Ballads - New Approaches, Kvæði - Nýggj Sjónarmið af Malan Marnersdóttir

Spar op til

163 kr.

?/100
Endnu ingen anmeldelser

Ballads - New Approaches, Kvæði - Nýggj Sjónarmiðaf Malan Marnersdóttir, Sanna A. Dahl, & Eyðum Andreassen

Kvæði ? nýggj sjónarmið er eitt greinasavn, sum leggur fram nýggj úrslit úr kvæðagransk-ingini. Aldur og uppruni hjá Sjúrðar kvæðunum eru viðgjørd úr tveimum mótsettum og nýggjum sjónarhornum. Runsivalsstríð verður lýst sum kristin allegori og um blettaðar hetjur. Úrslit av kanning um leiklutirnar hjá skiparanum í dansinum verður løgd fram. Kvæði og dansur sum performans ? framførsla ? er evni í fleiri greinum, og ein grein viðger sambandið millum rap og kvæðamentanina.

Yvirnatúrlig motiv sum tann flúgvandi biðilin, gandur og mýtur verða greinað, og samband knýtt millum tey og onnur norðurlendsk kvæði. Í Hildinakvæði, ið er einasta varð-veitta kvæðið á gamla hetlendska málinum norn, er høvurblaking eitt motiv, sum høvundurin heldur hevur ávirkað føroyska kvæðið um Frúnna Margretu.

Kvæði sum mentanarberar og ideologisk amboð eru viðgjørd í fleiri greinum. Eitt nú lýsa fronsk kvæði broytingina frá homososialari til hinskynda høviska mentan, og føroysk kvæði hava verið brúkt í norsku tjóðarbyggingini.

At málið í kvæðunum er ein rík kelda til føroyska málsøgu verður sannað enn eina ferð í tveimum greinum.

Elsta uppskriftin komin undan kavi

Í føroyskari kvæðagransking hevur áhugin fyri elstu uppskriftini verið stórur, men tann elsta er langt síðani týnd. Chr. Matras nevnir bara í Føroysku bókmentasøguni í 1935, at tær uppskriftirnar, sum Ole Worm fekk sendandi úr Føroyum í 1639, eru ?til skjals millum pappírini hjá Peder Syv?. Íslendski málfrøðingurin Jón Helgason hevði í 1924 ritstjórnað og greinað úrtøkini, men uttan at upplýsa, hvar í handritinum hjá Peder Syv, tey stóðu.

Hetta er nú komið undan kavi, soleiðis at fyri fyrstu ferð eru úrtøkini hjá Peder Syv endurgivin, avskrivað og týdd á prenti.

Høvundarnir at greinunum í bókini Kvæði ? nýggj sjónarmið eru granskarar frá universitetum og mentastovnum víða hvar í Europa. Greinirnar eru javnlíkamettar og skrivaðar á donskum, enskum, føroyskum, norskum og svenskum. Allar hava úrtak á øðrum máli enn málið í greinini.

Permumyndin er ?Guðrun gongur í grasagarð?, ið er ein av kvæðamyndunum í Tórshavnar Kommunuskúla ? nú Finsen ? sum William Heinesen málaði í 1956.

Útgávan er liður í 150-árahaldinum hjá H. N. Jacobsens bókahandli í 2015. Bókahandilin og Fróðskapur geva bókina út í felag.

?/100
Endnu ingen anmeldelser
De bedste priser:

Ingen boganmeldelser ...Læs mere

Vi er endnu ikke stødt på en boganmeldelse af 'Ballads - New Approaches, Kvæði - Nýggj Sjónarmið' i de 453 aviser, blogs og andre medier, vi har fulgt siden 2010. Men vi har fundet 106.955 andre anmeldelser af bøger.