Greinir og ritgerðir af Jakob Jakobsen

Spar op til

163 kr.

?/100
Endnu ingen anmeldelser

Greinir og ritgerðiraf Jakob Jakobsen

Í ár eru 100 ár liðin, síðan Jakob Jakobsen doyði. Hann varð føddur í Havn í 1864 og doyði í Keypmannahavn í 1918 einans 54 ára gamal. Í hesum sambandi er bókin Jakob Jakobsen, greinir og ritgerðir endurprentað við nýggjum inngangi og nýggjari permu.
Greinir og ritgerðir er eitt savn við einum úrvali av tí, sum Jakob Jakobsen (1864-1918), Jákup doktari, skrivaði um mál og mentan í Føroyum, Hetlandi, Orknoyggjum og Normandínum. Jákup var fyrsti føroyingur, ið var hugvísindaligur doktari. Serøki hansara var norn, norðurlendska málið í Hetlandi.
John Davidsen greiddi útgávuna til prentingar fyri H.N. Jacobsens Bókahandil, ið gav hana út í 1957. Ætlanin hevði verið, at bókin skuldi koma út í 1954, tá ið 90 ár vóru liðin, síðan Jakobsen var føddur, men av ymsum orsøkum dró tað út.
Í nýggju útgávuni hevur Jógvan í Lon Jacobsen, professari, skrivað forvitnisligan inngang, sum dagførir inngangin hjá Chr. Matras, professara, í 1957-útgávuni.

Meira kann lesast um Jákup í Jakob Jakobsen in Shetland and the Faroes, sum Turið Sigurðardóttir og Brian Smith, og í Føroyskari bókmentasøgu 1 hjá Maluni Marnersdóttur og Turið Sigurðardóttur. Marianna Debes Dahl týddi og legði til rættis bøkurnar Brøv frá Jákupi Jakobsen, doktara og Brøv til Jákup Jakobsen, doktara, sum kasta ljós á lív og virksemi hansara.
?/100
Endnu ingen anmeldelser
De bedste priser:

Ingen boganmeldelser ...Læs mere

Vi er endnu ikke stødt på en boganmeldelse af 'Greinir og ritgerðir' i de 454 aviser, blogs og andre medier, vi har fulgt siden 2010. Men vi har fundet 107.307 andre anmeldelser af bøger.